Innanlands

Hon yvirlivdi jødatýningina og ávaraði ímóti blindum lýdni

Vera Sharav var heilt ung, tá hon sá, hvat hendir, um fólk gevast at hugsa fyri seg sjálv, og bara gera, sum tey eru biðin.

2022-03-14 17:09 Author image
Jón Tyril

Vera Sharav var trý og eitt hálvt ára gomul tá familja hennara varð jagstrað úr heimi inum í Rumenia í 1940.

Hon varð rikin í eina konsentratiónslegu við foreldrum sínum, og stutt eftir doyði pápin av tyfus. Fyri at bjarga lívinum hjá dóttir síni, segði mamman, at gentan var faðir- og móðirloysingur, og sendi hana burtur.

“Í eitt ár ella so varð eg send frá einari familju til aðra”, fortaldi Vera mong ár seinni.

Undir einum tok-túri, kom Vera endiliga í samband við eina familju, sum hon kendi seg trygga við, og hevði álit á. Eftir eina tíð fekk hon tó boð um at fara frá familjuni, og fara við øðrum faðir- og móðurloysingum við einum báti, sum skuldi sigla tey burtur til annað stað.

Hon noktaði at fara.

“Øll vóru farin umborð á ein av hesum trimum bátunum, og eg sat bara á mínum lítla klæðsekki og græt og rópti”, greiddi Sharav frá. “Eg vildi bara ikki við, líka mikið hvat.”

Hennara treiskni loysti seg, og Vera slapp at vera hjá familjuni. Hesa somu náttina, meðan hon lá og svav, søkti ein kavbátur allar tríggjar bátarnar við børnum. Tá Vera fekk hetta at vita, segði hon ikki eitt orð. Men sjálvt tá, sum seks ára gomul, var hon greið yvir, at ólýdni hevði bjargað henni lívinum.

“Hatta er ein lærdómur sum er sera viðkomandi nú,” segði Sharav tíðliga undir kovid19 farsóttini. “Vaksin fólk gera ikki uppreistur móti viðurskiftum, sum eru skeiv.”

Samrøða við Vera Sharav:


“Eingin verður drigin til svars”

Vera Sharav kom við hesum viðmerkingum fyri hálvum øðrum ári síðani. Hon sá tíðliga undir farsóttini, at okkurt var galið. Fólk kring allan heimin aktaðu bara blint eftir boðum frá myndugleikunum.

Hetta hendi eisini hóast summi boð vóru opinlýst skilaleys, sum t.d. tá ið guvernørurin í New York, Andrew Cuomo gav boð um at ellisheim ikki skuldu sleppa at kanna fyri kovid19, áðrenn tey tóku ímóti fólkum. Hetta hevði við sær at sjúkan kom inn á ellisheimini og tók lívið av hundraðtals, um ikki túsundtals fólkum.

"Og eingin verður drigin til svars fyri hetta. Eingin hevur ábyrgdina. Tað er óhoyrt at slíkt kann henda í dag, í tí sum vit kalla fyri eitt siviliserað samfelag".

Væl áðrenn koppsetingarnar blivur kravdar (í USA), ávaraði Sharav um vandarnar við at taka fría valið frá einstaklinginum.

“Tá læknafrøðin snýr sær burtur frá hippokratiska læknalyftinum, sum lovar at virða rættin hjá einstaklinginum, og ikki at skaða einstaklingin, so ger hon skaða á samfelagið eisini, tí samfelagið er ikki annað enn ein samling av einstaklingum,” segði Vera.

Vandarnir við blindum lýdni

Mong fóru ígjøgnum farsóttina og hugsaðu stillisliga við sær sjálvum, at tey gjørdu tað einasta rætta við at akta. Tey aktaðu tá forrætningarnar vóru stongdar, tá summi arbeiðsfólk vóru dømd at vera ó-essentiel, tá andlitsmaskur blivu kravdar og tá koppsetingar blivur kravdar. (Hvørki maskukrøv ella koppsetingarkrøv vóru sett formelt í gildi í Føroyum, tíbetur, skal sigast). Summi tordu ikki at tala at.

Men har er ein vandi í at vera myndugleikum lýðin, sum fá skilja betur enn Vera Sharav.

Ein av kendastu og mest ræðandi lýsingunum av hesum vandum, stava frá royndunum hjá amerikanska sosial sálarfrøðinginum, Stanley Milgram, sum framdi fleiri royndir, har hann kannaði lýdni og myndugleika á fróðskaparsetrinum í Yale í sektsiárunum.

Milgram var áhugaður at vita, hvat fekk fólk at fremja óndar gerðir. Í bók síni “Lýdni móti myndugleika” (Obedience to Authoruty) heldur Milgram, at stóri heimspekingurin og rithøvundurin Hannað Arendt, kanska hevur fatur í onkrum, tá hon kom til niðurstøðuna, at Adolf Eichmann, ein av arkitektunum handan jødatýningina, ikki var eitt monstur í menniskjaligum holdi, men ein rættiliga vanligur persónur. Arendt skrivaði um rættarsakina móti Eichmann í Jerusalem, og helt, at Eichmann manglaði fatanarligu førleikarnar til at skilja, hvat hann gjørdi, og at hansara gerðir vóru eitt úrslit av blindum lýdni móti myndugleika, heldur enn óndar í sínum ætlanum. Tað var í hesum sambandi, at Arendt skapti orðingina “óndskaparins banalitetur.”

Fyri at kanna, hvussu langt ein miðalpersónur vildi fara burtur frá grundleggjandi morali, um so er, at ein persónur við myndugleika eggjar honum til, framdi Milgram eina av kendastu sosial-sálarfrøðiligu royndunum í søguni, har hundraðtals luttakarar góvu øðrum (falskar) elektriskar stoytir.

The Atlantic lýsir royndirnar hjá Milgram á henda hátt:

Tann sjálvbodni luttakarin, sum verður nevndur “lærarin,” situr í einum rúmi. í einum øðrum rúmi situr tann, sum verður nevndur “næmingurin.” Næmingurin er festur í eina maskinu, sum kann geva elektriskan stoyti. Lærarin skal undir umsjón frá royndarstjóranum, lesa upp eina røð av orðum fyri sínum næminginum, og næmingurin skal nú endurgeva orðarøðina rætt. Hvørja ferð næmingurin ger ein feil, skal lærarin geva honum ein stoyt. Stoyturin hækkar í styrki fyri hvørja ferð næmingurin svarar skeivt. Byrjað verður við 5 voltum (frámerkt sum “lættur stoytur” á maskinuni) allan vegin upp til 450 volt (frámerkt sum “Vandi: Ógvusligur stoytur”). Summir luttakarar øtaðust um, hvat tey vóru biðin at gera, og steðgaðu royndini tíðliga, og noktaðu at halda áfram, hóast áheitanir frá umsjónarmanninum, um at halda fram. Onnur hildu á heilt upp til 450 volt, enntá meðan næmingurin bað um at tað skuldi steðga, og rópti ávaringar um at hann hevði hjartatrupulleikar og síðani gjørdist órógvandi stillur.


Um vit leggja til síðis tað etiska í at lumpa fólk at halda, at tey geva øðrum elektriskan stoyt við vandamiklari styrki, so kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvussu mangir av luttakarunum, mundu nokta at halda á við at geva fólki stoyt, sum vildu hava royndirnar at steðga.

Tað syrgiliga svarið er, ikki serliga mong. Sum Atlantic skrivar, 65% av fólkunum “fóru allan vegin”. Sálarlæknar, sum blivu spurdir áðrenn royndirnar, mettu at minni enn ein tíggjunapartur av einum prosenti fór at fara allan vegin og geva hægsta stoytin til hinar luttakararnar.

Video um royndirnar hjá Milgram:

Hví tað er altavgerðandi fyri samfelagið, at vit hava møguleikan at velja

Sambandið millum ræðuleikarnar, sum Vera Sharav skuldi í gjøgnum sum barn undir jødatýningini, og royndirnar hjá Stanley Milgram, er ikki ringt at finna.

Í roynd og veru gjørdi Milgram sjálvur, sum var jødi, sambandið við nasismuna greitt í innganginum til eina grein hann skrivaði um hetta í 1963.

“Lýdni sum ein avgerðandi táttur fyri hvussu vit bera okkum at, er serliga viðkomandi fyri okkara tíð”, skrivaði hann. “Gasskømur vórðu bygd, fólk stóðu á vakt kring deyðslegurnar; Dagligar kvotur av líkum blivu møttar….. Hesir ómenniskjaligu politikkirnir vóru kanska upphugsaðir í høvdinum á einum einstøkum persóni, men teir kundu bara fremjast á stórum skala um ein stórur skari av fólki lýðin fylgdi boðunum.”

Ræðuleikarnir sum standast av blindum lýdni móti myndugleikum síggjast allan vegin gjøgnum søguna hjá mannaættini. Og tað er grundin til at Vera Sharav sigur, at møguleikin at velja er avgerðandi fyri menniskjasamfeløg - og er nakað, sum vit menniskju eiga at krevja.

“Tað eru krossvegir í lívinum, har tú mást gera eitt val, og um tú ikki gert tað, so ger onkur annar tað fyri teg, sum kanska ikki hevur títt besta í huga”, segði hon. “Tankin um at bara fylgja myndugleikanum uttan at hugsa, hvat um tey hava skeivt? Hvat um hetta ikki er fyri mítt egna besta? Eg hevði ikki viljað livað undir einum slíkum stjórnarlagi. Eg veit hvussu tað er. Eg veit hvat hatta er. Eg hevði ikki gjørt tað aftur.”

Tíverri var blint lýdni í stóran mun tað, sum vit sóu fyri tað mesta undir farsóttini. (Hóast tað byrjaðu at taka seg mótmælisgongur ímóti harðrendum kovidpolitikki í fleiri og fleiri londum í 2021.)

Vit síggja skaðiligu árinini av hesum lýdni allastaðni kring okkum. Børn, sum ikki hava fingið ment sínar lesiførleikar, 100 milliónir fleiri fólk í ekstremum fátækradømi, hækkandi inflatión og fleiri heilsutrupulleikar, enn vit klára at fylgja við í.

Vera Sharav sá longu tíðliga í lívinum, hvussu óndskapur kann seta dagskránna, tá ið fólk gevast at hugsa fyri seg sjálv, og bara gera, sum tey vera biðin. Hennara treiska noktan akta, bjargaði henni lívið. Hennara søga er ein tragisk, men sterk áminning um, hvat kann henda, tá menniskju blint fylgja myndugleikum.

Greinin er umsett úr grein frá FEE.ORG undir heitinum:

A Holocaust Survivor Warned Americans about Blindly Supporting the War on COVID. We Didn’t Listen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald