Sara Menker, stjóri í Gro Intelligence, sum er eitt felag við serfrøði í at spáa um gongdina og útboðið á heimsins matvørumarknaðum, ávaraði hósdagin 19. mai ST Trygdarráðið um heimsumfevnandi mangul av hveiti. “Hetta er ikki nakað sum er afturvendandi. Hetta er sum ein jarðskjálvti.” (This is not cyclical. This is seismic.) Russland og Ukraina standa tilsamans fyri 1/3 av heimsins hveitiútflutningi, og vóru millum 5 teir størstu útflytararnar av korni undan krígnum har, sum hevur ávirkað útbýtið.” Menker segði eisini at heimsumfevnandi matvørukreppan kann setast í samband við fimm høvuðsviðurskiti: manglandi kunsttøð; veðurlagsbroytingar, ið elva til turk kring heimin; mangul uppá matoljur; kornmangul; og fløskuhálsar í veitingarketunum.
Sara Menker segði eisini, at kríggið millum Russland og Ukraina ikki er orsøkin til matvørukreppuna, men at kríggið “einfalt bara var bensin á bálið, sum longu hevði brent leingi.”
“Vit hava í løtuni til 10 vikur av heimsins nýtslu á goymslu ymsastaðni í heiminum. Umstøðurnar í dag eru verri enn tær í 2007 og 2008”, segði hon.
Menker segði at metingar frá ymsum stjórnarstovnum siga, at hveiti goymslurnar eru um 33% av árligu nýtsluni, men okkara útrokningar og modellini vit brúka hjá Gro Intelligence vísa, at hatta talið kann vera nærri 20%, sum er eitt støði, vit ikki hava sæð síðani 2007 og 2008.
“Tað er umráðandi at leggja sær í geyma, at lægstu korngoymslurnar, heimurin nakrantíð hevur sæð, eru nú, samstundis sum atgongdin til kunsttøð er sera avmarkað”, segði Menker. “Og turkur í teimum økjum, har hveiti verður heystað kring heimin, er tann ringasti í 20 ár. Líknandi umstøður við goymslu gera seg eisini galdandi fyri mais og onnur kornsløg,” segði Menker eisini.
Keldur: UN Media - iHeart.com - insider.com - Fox29
____________
Les eisini:
Hveiti er dýrari enn nakrantíð og Russland fær ágóðan
Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald