Uttanlands

Heimsins størsti kemiski framleiðslumiðdepil, BASF í Týsklandi, kann verða noyddur at steingja vegna gassmangul

Kemiski framleiðslugeirin er sera bundin at natúrgassi og tískil viðbrekin fyri ótryggari veiting. Steingir kemiski geirin fær hetta ógvusligar avleiðingar fyri aðrar geirar eisini

2022-06-28 14:37 Author image
Jón Tyril

Wall Street Journal (WSJ) skrivar í gjár um støðuna hjá BASF, sum er eitt av heimsins størstu kemisku framleiðslufeløgum. Fyritøkan byggir í stóran mun á atgongd til nógva og bíliga orku, og tað hevur verið at fáa sum gass úr russlandi. Við hesari orkuni verða kemiskar vørur framleiddar, sum verða brúktar í øllum frá tannkremi, til medisin, til bilar.

Men tað, at Russland hevur minkað um floymin av gassi til Týsklands og onnur europeisk lond, er ein hóttan fyri risastóra framleiðslumiðdepilin hjá fyritøkuni í Ludwigshafen - sum er heimsins størsta fullfíggjaða kemiska framleiðslueind við nøkrum og 200 framleiðsluvirkjum. Hetta hevur sambært WSJ fingið stjórarnar í fyritøkuni at gera tað, sum fyri bara fáum mánaðum síðani var óhugsandi: at umhugsa møguleikarnar at steingja framleiðsluna niður, um so er at gassveitingin minkar meira.

Hetta hóttir ikki einans BASF og tey 39.000 starvsfólkini hjá fyritøkuni í Týsklandi. Tí BASF og onnur kemisk virki eru fyrsti liður í flestu ídnaðarligu veitingarketum, at bróta framleiðsluna har, fær fylgjur víða hvar í aðrar geirar eisini, og vildi sambært WSJ verið ein hóttan fyri allan europeiska búskapin oman á høgu inflatiónina og avtakandi vøksturin. Um t.d. ammoniak framleiðslan skuldi verið køvd, sum er týðandi fyri framleiðsluna av kunsttøðum, so kundi tað lagt stein oman á byrði í vaksandi matvørukreppuni í heiminum, siga greinarar við blaðið.

Týskland er vorðið meira bundið at russiskum gassi eftir at fleiri fylgjandi stjórnir í landinum hava arbeitt fyri at læsa niður seinastu kjarnorkuverkini og at útfasa kolorkuna, soleiðis at einastu alternativini vóru sokallaðu varðandi orkukeldurnar (sól, vindur m.a.) umframt gass. Í Týsklandi er vanligt at nýta gass til at hita húsini, umframt at Týskland húsar størsta framleiðslugeiranum í Europa, sum krevur sera stórar nøgdir av brennievni.

Seinasta hósdag, eftir at Russland hevði lækkað veitingarnar ígjøgnum Nordstream leiðingina, hækkaði samveldisstjórnin næsta stig í trýliðaðu orku-neyðstøðu ætlanini, sum, um farið verður til triðja stig, merkir at møguleiki er fyri at kvetta gassveitingarnar til summar fyritøkur.

Kemiframleiðarar so sum BASF eru serliga viðbreknir fyri slíkum sveiggjum í orkuveitingini, tí natúrgass er avgerandi í flestu av teirra framleiðslum.

BASF framleiðsludepilin brúkar umleið 4% av samlaðu gassnýtsluni í Týsklandi.

“Fyri at siga tað sum tað er, so er eingin stutt-tíðar loysn sum kann avloysa russiska gassið” segði ovasti stjórin í BASF, Martin Brudermüller, í apríl.

Hóast partar av framleiðsluni verða sløktir regluliga fyri at gera viðlíkahaldsarbeiði, so kann ein bráður steðgur av virkseminum elva til týðandi skaðar á framleiðsluvirkini og álvarsamar trygdarváðar. Tískil krevur framleiðslan eina ávísa “bremsulongd” fyri at kunna sløkkja framleiðsluna niður á tryggan hátt.

Felagið fyri kemisku framleiðararnar í Týsklandi sigur, at kemiski framleiðslugeirin, sum er størsti brúkarin av gassi í landinum, krevur áleið 135 terawatt tímar av gassorku um árið. Ídnaðurin kann einans spara tveir til tríggjar terawatt tímar við at nýta alternativ brennievni, sigur felagskapurin sambært WSJ.

Í longdini ynskir BASF at minka um fossilu brennievnini og økja um varandi orkukeldurnar. Í tráð við hetta gjørdi felagið íløgur í eina vindmyllupark seinasta ár. Men hóast tað tekniskt er møguligt at skifta til varandi orku, so er framleiðslan enn ov lítil til at nøkta tørvin.

Felagið hevur hugt meira og meira eftir Kina seinastu árini, og er í ferð við at byggja eina framleiðslueind har fyri 10 mia dollarar. Kina er størsti og skjótast vaksandi marknaðurin fyri kemiskar framleiðslur og spælir avgerðandi leiklut í vakstrar ætlanunum hjá BASF. Høgir orkuprísir í Europa og búskaparliga kríggið við Russland gera hetta enn meira lokkandi.

Í løtuni er sambært WSJ 14 % av umsetninginum hjá fyritøkuni úr Kina, samanborið við 40% úr Europa. Men kinesiska ævintýrið kann gerast trupult, tí týska stjórin er í løtuni í ferð við at umhugsa síni viðurskifti við Kina, sum stjórnin heldur gerst meira myndugleikastýrt innlendis og meira ágangandi í sínum uttanríkispolitikki.

Kelda: Wall Street Journal - Russian Gas Cuts Threaten World’s Largest Chemicals Hub

_____

Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald