Uttanlands

“Fakta-tjekkarar” latnir úr

Endaliga útgávan av víðagitnu frágreiðingini frá Johns Hopkins University, sum greitt vísir høpisloysið við at læsa samfeløg niður, er nú komin út. Her verður serliga gjørt vart við ískoyti 2, har høvundarnir á skipaðan hátt ganga ígjøgnum atfinningarnar frá sonevndum "faktatjekkarum".

2022-05-26 13:46 Author image
Thorsteinn Siglaugsson

Í januar mánaða gav John Hopkins Institute for Applied Economics, Global Health and the Study of Business Enterprise út eitt ávegisrit, sum greitt vísti, at niðurlæsingarnar kring heimin ikki høvdu nakra ávirkan á deyðstíttleikan av kovid19 yvirhøvur. (Hinvegin endurgav grein í The Telegraph í hesum sambandi -Jón) Frágreiðingin, sum búskaparfrøðingarnir Jonas Herby, Lars Jonung og Steve H. Hanke frá ávikavist Johns Hopkins, CEPOS og Lund fróðskaparsetrunum, skrivaðu, er nú tøk í sínum endaliga skapi:

A LITERATURE REVIEW AND META-ANALYSIS OF THE EFFECTS OF LOCKDOWNS ON COVID-19 MORTALITY – II

Niðurstøðan er sjálvandi trupul at góðtaka fyri mong, nakað sum í flestu førum kann forklárast við at fólk hyggja at henni frá skeivum sjónarhorni, hetta havi eg skrivað um áður, men niðurstøðan er bygd á sannroyndir og er væl undirbygd við nærlagdari, væl skipaðari og óvanliga gjøgnumskygdari meta-ummæling av tøkari gransking.

Appendix II er serliga áhugavert at lesa. Summi minnast kanska, at ávegis ritið hjá granskarunum kom í satt ódnarveður í fjølmiðlunum, sum var øst upp av nøkrum sjálvsútnevndum fakta-tjekkarum. Appendixið letur ikki einans øll páhaldini hjá hesum “faktatjekkarum” úr, men høvundarnir vísa eisini, hvussu hesi tjekk ikki bygdu á nakað forstáilsi av ritinum (í roynd sær tað út sum at “faktatjekkararnir” í flestu førum ikki so frægt sum hava lisið frágreiðingina), men heldur byggja á grunnar, og í stóran mun óviðkomandi “atfinningar”, sum í blindum vera tiknar upp í saman av einum faktatjekkara og einum fjølmiðli fyri og øðrum eftir.

(Týtt: JT)

***

Vit skrivaðu um frágreiðingina tá hon kom út:

Gransking: Tað nyttar milllum lítið og einki móti kovid at læsa samfeløg niður


Vit hava havt nógv tilfar um niðurlæsingar, m.a.:

Føroyar, ein fyrimynd í kovidpolitikki (Eisini eftir Thorsteinn)

"Niðurlæsingarnar fara at verða sæddar sum ein ovurstórur heimsumfatandi feilur”

At tilbiðja nullið

Deyðiliga hepatitis- (livrabruna)útbrotið millum børn hevur við niðurlæsingarnar at gera

New York og California dumpa, Florida millum tey bestu, sigur nýggj kanning av kovidhandfaringini í USA

Tá heimurin gongur í blindum

Bretland: Kovid-avmarkingar hava elvt til at børn hava trupult við at samskifta og grulva

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald