Uttanlands

ES ætlar sær at revsa Ungarn fíggjarliga

ES-kommissjónin ætlar at afturhalda 7,5 milliardir evrur sum annars skuldu farið til Ungarns, vegna ákærur um undirgraving av av fólkaræðinum. Hetta er fyrsti leikur í longum talvi í stríðnum ímillum ES og Budapest, skrivar Deutsche Welle m.a.

2022-09-19 17:52 Author image
Jón Tyril

Deutsche Welle skrivar sambært Steigan.no, at ES-kommisjónin sunnudagin mælti til at steðga eini ætlan um at veita Ungarn fígging uppá 7,5 mia evrur.

Hesar 7,5 mia evrurnar umboða 65% av áður játtaðu pengunum til tríggjar verkætlanir undir "samanhaldsgrunninum."

Fíggjarkommiserurin í ES, Johannes Hahn, segði, at uppskotið kemur sum eitt úrslit av ákærum um korruptión og brot ímóti rættarstatinum, sum stjórnin undir Viktor Orbán, forsætisráðharra, skal hava framt.

Um uppskotið frá kommissjónini fær stuðul frá ES-limalondunum, fer tað at ávirka hvat Ungarn fær úr sonevnda cohesion fund, sum vit kunnu kalla samanhalds-grunnin á føroyskum, sum hevur til endamáls at játta pengar til peningaliga veikaru limalondini, soleiðis at hesi kunnu náa sama støði, sum ríkaru ES-londini. Grunnurin játtar pengar til verkætlanir innan infrakervi og umhvørvi og skal also javna munirnir millum londini.

Ungarn hevur freist til 19. november at viðmerkja ákærurnar frá ES.

steigan.no skrivar at ES í longri tíð hevur ákært konservativu stjórnina í Ungarn fyri at máa støðið undan fólkaræðinum í landinum. Hósdagin atkvøddu es-tinglimir fyri at fordøma tað, sum tingið kallar eina glíðing mótvegis einaræði.

Uppskotið frá kommisjónini er fyrsta átak av sínum slag undir eini heimild, sum var samtykt fyri tveimum árum síðani, ið hevur til endamáls at knýta fíggjarætlanina í samveldinum til “grundleggjandi demokratiskar standardar.” 

Ungarski stjórnarleiðarin, Viktor Orbán, hevur traðkað Brússel á tærnar fleiri ferðir, ikki minst í sambandi við kríggið í Ukraina, har hann m.a. hevur sagt, at Ungarn er ímóti øllum víðkanum av handilstiltøkunum móti Russlandi.

Orbán hevur eisini sagt, at ES “skjýtur seg sjálvt í fótin” við handilstiltøkunum. Eisini hevur hann sagt, at tiltøkini fara at elva til at 40% av ídnáðinum í europa noyðist at steingja niður í vetur orsaka av orkumanguli.

Sambært ungarska stjórnarleiðaranum kundi stríðið í Ukraina havt verið eitt avmarkað og lokalt stríð, men at íblandingin frá vestanlondunum hevur gjørt tað truplari hjá pørtunum at finna saman og finna semjur, og økir soleiðis vandan fyri at kríggið kann spjaða seg og draga út. Orbán sigur seg roknað við, at Ukraina kann missa triðingin, upp til helvtina, av sínum landøki í sambandi við kríggið.

Sambært Hungary Today, so væntar ungarska stjórnin ikki at ES-kommisjónin fær undirtøku fyri revsitiltøkunum, tí stjórnin í Ungarn fer at liva upp til øll krøv, ið ES setur. 

Sambært Ungarska løgmálaráðharranum, Judit Varga, er ES-tingið í gongd við eina ideologiska gívrajagstran ímóti Ungarn, og roynir at forða samráðingum millum landið og ES-kommisjónina, so semja kann fáast um pengar úr samanhaldsgrunninum. 

“Vit eru í eini sera positivari samráðingargongd," segði løgmálaráðharrin um prátini við kommissjónina við spanska blaðið, El Correo de España.

“Tey bóðu um trygd frá Ungarn, og tað góvu vit teimum. Hesar næstau dagarnar og vikurnar fara vit at leggja fram lógaruppskot og ískoyti soleiðis at vit liva upp til krøvini hjá kommisjónini, soleiðis at tað ikki verður nøkur orsøk at blokera nakað," segði Varga. 

Hon legði afturat, at "tað er ikki í lagið, at europatingið skal leggja eftir Ungarn, heldur enn at taka sær av átrokandi trupulleikunum í Europa."

Keldur: Deutsche Welle, steigan.no, Hungarytoday.hu


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald