Greinin vísir til nýggja randomiseraða spanska gransking, sum fevnir yvir sjey ár, og samanber miðjarhavskost við soltnan kost, sum fyribyrging av afturvendandi (sekunderari) hjarta/æðrasjúku hjá áleið 1.000 sjúklingum við hjarta/æðrasjúku. Sjúklingarnir vórðu tilvildarliga býttir í tveir bólkar, sum hvør skuldi fylgja aðrari av nevndu kostætlanum. Síðani var fylgt við, hvat hjartaæðrasjúkum viðvíkir - sovorðið sum blóðtøppar í hjartað, heilabløðing (stroke), perifer arteriel sjúka, tørvur á revaskulering og kardiovaskulerur deyði. Høvundarnir greiða frá at tað vóru færri tilburðir av omanfyrinevndu hendingum í bólkinum, sum helt seg til miðjarhavskost (28 pr 1.000 persón-ár) samanborið við tey sum ótu soltnan kost (38 pr 1.000 persón-ár).
Arne Astrup, professari og senior project director fyri Obesity and Nutrition Science í Novo Nordisk Fonden, viðmerkir: »Hendan væl úr hondum greidda kostgranskingin vísir, at ein lítil, ikki-avmarkandi kostbroyting, kann minka um títtleikan av hjarta/æðra hendingum við 25-30% hjá sjúklingum við undirliggjandi hjarta/æðrasjúku, og váttar tað, sum varð funnið í hini nógv størru sponsku PREDIMED-kanningini, sum fann líknandi virknað millum vanligan bólk av eldri fólkum. Tað sum serliga er vert at bíta merki í, er at kosturin við eyka olivinolju, nøtum og feitum fiski elvdi til at sama mongd av kjøti, mettaðum feitti og kosttrevjum bleiv etið, sum í kontrolbólkinum, so munurin er munandi meira samlað feittinnihald og lægri innihald av kolvætu, umframt fleiri n-3-feittsýrur í miðjarhavskostinum. Vit noyðast at viðurkenna, at kostráð, sum hava miðsavnað seg um at eta minni feitt og meira kolvætu, hava misseydnast, og vit noyðast at umhugsa, hvørt tað ikki er hesin kosturin, vit skulu viðmæla meira generelt til fyribyrging og viðgerð av hjarta- og æðrasjúkum, og kanska øllum øðrum við. Hann er lættur at seta í verk til dømis við norðurlendskum rávørum, møguliga við kaldkroystari repjuolju (rapsolje) sum ískoyti afturat olivinoljuni«.
Kanningin kann lesast her:
Kelda: ugeskriftet.dk - Middelhavsdiæt versus fedtfattig diæt til sekundær forebyggelse af kardiovaskulær sygdom
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald