Uttanlands

Danska heilsustýrið fylgir Føroyum, avtekur seinastu serligu leiðreglurnar fyri koronu

En-di-liga freistast ein at siga. Danmark roknar nú koronuvirusin sum eina og hvørja aðra smittsama sjúku í andaleiðini. Hesum boðaði heilsustýrið frá í vikuni. Í Føroyum hevur hetta verið støðan síðani tíðliga í ár.

2022-12-09 13:21 Author image
Jón Tyril

Nú er ikki longur viðmælt at avbyrgja seg sjálvan, um tú ert smittaður við koronuvirusi í Danmark. Samstundis skulu danir ikki longur kanna seg fyri koronu, um teir verða innlagdir bráðfeingis.

Hetta upplýsir Heilsustýrið í einum tíðindaskrivi viðv. handfaring av kovid19.

“Vit kunnu nú taka enn nøkur fet mótvegis meira vanligum umstøðum í mun til handfaring av kovid19, bæði í samfelagnum og heilsuverkinum. Ikki er neyðugt longur við sera nágreiniligum leiðreglum fyri kovid19 í mun til aðrar sjúkur,” stendur m.a. í tíðindaskrivinum.

“Tað er hinvegin umráðandi, at vit minna hvønn annan á at fyribyrgja smittu av øllum sløgum av smittusjúkum í andaleiðini,” stendur víðari.

Danska heilsustýrið viðmælir nú einans at tú letur teg kanna um tú uppfyllir hesar treytir. Tú hevur sjúkueyðkenni, ert í vandabólki og kanningin er viðkomandi fyri viðgerðina.

Tað verða heldur ikki viðmæltar serligar leiðreglur fyri koronusmittu í sambandi við barnsburð, hóast starvsfólk skulu taka “viðkomandi fyrivarni” í ávísum støðum.

Í Føroyum boðaði løgmaður frá longu tíðliga í ár, at koronusmittan nú var at meta sum ein og hvør onnur smitta í andaleiðini.

Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, sigur, "Sundhedsstyrelsen følger nu de færøske retningslinjer."

So er tað eisini, at onkur kann spyrja seg sjálvan. Hvat hevði hent, um vit høvdu uppfatað koronuna sum eina hvørja aðra smittandi sjúku í andaleiðini frá byrjan? Men tað mugu vit bara gita um og vóna, at alt kórið ikki fer automatiskt upp at káka, næstu ferð onkur rópar "úlvurin kemur".

Keldur:

https://www.dr.dk/nyheder/seneste/sundhedsstyrelsen-dropper-retningslinjer-corona

https://www.sst.dk/da/Nyheder/2022/Bliv-hjemme_-hvis-du-er-syg-uanset-hvad-du-er-smittet-med

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald