Árinið frá niðurlæsingunum er kanska orsøkin til at fleiri doyggja nú av ymiskum øðrum sjúkum, enn hvat tað doyggja av kovid. Hetta benda almenn hagtøl í Stóra Bretlandi á, sambært The Telegraph, sum hevur fleiri greinar um evnið.
Bretsku tølini fyri yvirdeyðiligheit frá hagstovuni ONS (Office for National Statistics) vísa, at umleið 1000 fleiri enn vanligt doyggja um vikuna, av øðrum orsøkum enn virusinum.
Blaðið sigur, at bretska heilsustýrið, Department of Health, hevur biðið um eina kanning av tølunum, og at stúrt verður fyri at deyðsføllini hava samband við seinkingar og útsetingar av viðgerðum fyri sovorðið sum krabbamein, diabetes og hjartasjúkur.
Hesar seinastu tveir mánaðirnar hevur talið fyri ovurdeyðiligheit, sum ikki er vegna kovid, verið nógv størri, enn tey fyri virusin. Hetta hendir samstundis, sum summi vilja hava myndugleikarnar at seta nýggj avmarkandi tiltøk í verk móti kovid í vetur, so sum krøv um at bera maskur.
Men sambært blaðnum benda tølini á, at landið stendur fyri einari nýggjari tigandi heilsukreppu, sum hevur at gera við, hvussu myndugleikarnir handfóru støðuna við kovid, heldur enn við virusin sjálvan.
Bretska hjartafelagið, British Heart Foundation, sigur at felagið er "sera stúrið" um støðuna, meðan Stroke Association, sum er felagið fyri tey sum hava fingið heilabløðing, segði við blaðið, at tey í eina tíð høvdu roknað við eini hækking í andlátunum.
Dr. Charles Levinson, sum er stjóri í privatu læknatænastuni Doctorcall, sigur við blaðið, at hansara felag sá “alt ov nógv” dømi um ikki staðfesta krabba- og hjartasjúku, eins væl og “órógvandi” tal av sálarsjúku.
“Hundraðtals og aftur hundraðtals fólk doyggja hvørja viku - hvat er tað, sum gongur fyri seg?” spurdi hann. “Seinkingar í at leita sær- og fáa heilsurøkt, eru uttan iva høvuðsorsøkin, eftir mínum tykki.”
“Dagligu kovidhagtølini fingu uppmerksemi frá allari tjóðini, men tað er nóg illa, at nakar skeitir til hesi ræðandi tølini. Ein fullfíggjað og bráðfeingis almenn kanning krevst beinanvegin,” sigur hann m.a. við blaðið.
Tøl, sum bretska hagstovan ONS gav út týsdagin, vístu at ovurdeyðiligheitin í løtuni er 14,4 % hægri enn miðal fyri seinasti 5 árini. Hetta svarar til 1.350 fleiri deyðføll í vikuni, sum endaði 5. august.
Hóast 469 av hesum vóru vegna kovid, so er eingin frágreiðing uppá tey írestandi 881 andlátini, og hagstovan brýtir ikki tølini niður í nærri deyðsorsakir.
Síðani byrjanina av juni hevur ONS skrásett nærum 10.000 fleiri deyð enn 5 ára miðaltalið - áleið 1.089 um vikuna - sum ikki hava við kovid at gera. Hetta eru fleiri enn tríggjar ferðir so mong, sum doyðu vegna virusin í sama tíðarskeiði, hesi vóru 2.811 í tali.
Hóast aldursbroytingar verða tiknar við í greiningarnar av tølunum, so er sambært blaðnum framvegis ein stór ovurdeyðiligheit.
Bretskir myndugleikar halda at andlátini í størstan mun hava samband við sjúkur, sum kunnu fyribyrgjast - hjartasjúku, heilabløðingar og fylgisjúkur í sambandi við diabetes.
Nógvar avtalur, viðtalur og viðgerðir vóru avlýstar meðan bretska heilsuverkið, NHS, stríddist við farsóttina í 2020 og 2021. Hetta elvdi til ein langan bíðilista, sum heilsuverkið enn stríðist fyri at fáa minkaðan.
Hesa vikuna vísti eitt innanhýsis notat frá Royal Albert Edward sjúkrahúsinum í Wigan, sum var likið til The Health Service Journal, eina ávaring um, at tað var við at gerast “alt meira vanligt” at sjúklingar doyðu í bráðtænastuni A&E (Accidents and Emergency Services), tað er antin í sjúkrabilinum ella á skaðastovuni, meðan sjúklingarnir bíðaðu eftir viðgerð og hjálp.
Í seinastu viku vístu hagtøl fyri alt Ongland, at støðið í bráðfeingis sjúkrarøktini var tað vánaligasta nakrantíð.
Juliet Bouvier, sum er leiðari fyri bretska Stroke Association, segði við blaðið: “Vit vita at fólk hava ikki fingið sínar rutinu viðtalur hesi seinastu árini, so vit hava roknað við eini hækking í talinum av heilabløðingum í eina tíð nú”.
“Hesin mangulin uppá høvi at staðfesta vandatekin fyri heilabløðingar saman við seinkingum í sjúkraflutningi, er uppskriftin uppá økta deyðiligheit í samband við heilablðing og mistar førleikar hjá teimum, sum yvirliva,” sigur hon við blaðið.
Mín viðmerking: Í Føroyum hava vit eisini sæð eina ovurdeyðiligheit, hóast vit neyvan hava havt somu trupulleikarnir í sjúkrahúsverkinum og sjúkraflutningstænastuni, sum Bretland hevur havt. So ein viðkomandi spurningur kundi verið, hvørt hendan ovurdeyðiligheit er kring allan knøttin, bæði har sjúkrahúsini og læknaviðtalurnar vóru nógv skerd og har tað ikki var eins nógv ávirkað. Tað vóru mong, sum vístu á, at niðurlæsingarnar fóru at hava skaðilig árin í áravís fram í tíðina. Sjálvt grundarlagið undir eitt nú Great Barrington Yvirlýsingini var at niðurlæsingar riggaðu illa at verja seg móti virusinum, men elvdu til sera stóran skaða á heilsuna og sálarheilsuna hjá fólki. Hetta sæst sjón fyri søgn í hesum døgum. Men eitt, sum kann undra ein koppsetingarskeptikkara, er at eingin nevnir møguleikan fyri at koppsetingarnar eisini kunnu hava sín lut og ávirkan á andlátini, serliga tá nógvar kanningar hava víst, at koppsetingarnar í summum førum kunnu ávirka hjartaheilsuna, blóðrenslið og immunverjuna og elva til m.a. blóðtøppar hjá summum og hjartabruna hjá øðrum. Tað er gleðiligt at tøl koma fram og at leik og lærd tora at hugsa kritiskt um tað, sum fór fram undir farsóttini. Her er nógv eftir enn, sum skal vendast og viðgerast og hugsast ígjøgnum.
Les keldu-greinina á The Telegraph - Lockdown effects feared to be killing more people than Covid
Les eisini úr somu útgávu:
The Telegraph - Silent crisis of soaring excess deaths gripping Britain is only tip of the iceberg
The Telegraph - Lockdown fanatics can’t escape blame for this scandal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald