Uttanlands

BRÁÐTÍÐINDI: "Innkeypið av 4,5 mia skamtum til 450 mió fólk er størsta rotinskapsgøla í heimssøguni”

ES-tinglimurin, Mislav Kolakusic, segði í dag, at innkeypið hjá ES av alt ov mongum “óprógvaðum” koppsetingarskamtum móti kovid, er “størsta korruptiónsgøla í søgu mannaættarinnar.”

2022-10-12 14:52 Author image
Jón Tyril

“Innkeypið av 4,5 milliardum skamtum av kovid19 koppingarevni til 450 mió íbúgvar í ES, er størsta rotinskapsmál í mannasøguni,” segði Mislav Kolakusic í einum video, hann legði út á Twitter í dag. Síggj video her:

Í videobrotinum omanfyri sigur Kolakusic, sum er fyrrverandi dómari í heimlandinum Kroatia: “Frú von der Leyen, forseti í ES-kommissiónini, kend sum “frú 4,5 milliardir skamtar”.

“Í dag vóru vit 10 tinglimir, sum spurdu hana fylgjandi spurning: Nær fer hon at vísa okkum, limunum í Europa Parlamentinum, eins væl og borgarunum í ES, sum hon skal eitast at umboða, samskiftið, sum hon hevur havt við Pfizer, tá ið 4,5 milliardirnar av koppsetingarskamtum vóru innkeyptir, í eini tíð, har absolut eingi prógv vóru fyri hvussu munadyggar, og serliga ikki fyri hvørji skaðiligu árinini kundu vera av vøruni.”

Hann legði afturat: “Ímynda tær, 4 og eina hálva milliard skamtar til 450 milliónir fólk.”

“Stóra Bretland er ikki við okkum longur, so vit eru nokkso fá”.

“Bygt á hesi tølini, so skal hvørt einasta barn og nýføðingur fáa tíggju skamtar av onkrum, sum eingin í heiminum, uttan kanska tvey ella trý fólk, vita, hvat tað inniheldur.”

“Hetta snýr seg um loyndarmál, vard patent.”

“Halt ikki, at nøkur stjórn ella europeiskur mynugleiki veit, júst hvat er í hesum vørum,” helt hann fram.

“Eingin veit tað. Og eingin sigur tær tað.”

“Tey góðkendu hatta koppingarevnið, hasa heiligvágsvøruna, við eittans grundarlagi, sum var tað sum heiligvágsframleiðararnir sjálvir søgdu.”

“Tey sluppu ikki at síggja nakra medisinska gransking.”

“Framvegis er eingin medisinsk gransking handað limunum í Kovid nevndini hjá ES tinginum ella europeiska heiligvágsstýrinum (European Medical Agency)”.

“Hvussu kann tað bera til?” spurdi hann.

“Vit tosa um rot her.”

“Innkeypið av 4,5 milliardum vørum, við tí í hyggju, at spræna tað inn í fólk, uttan at nakar veit, hvat innihaldið er, er uttan iva størsta rotmál, ikki bara í søguni hjá ES, men í søgu mannaættarinnar,” endaði kroatiski tinglimurin video hjá sær.

[object Object]

Hesi tíðindini koma eftir at ein franskur politikkari fanst hvassliga at ES-kommissiónini í sambandi við gøluna um tekstboðini millum stjóran í Pfizer og forsetan í ES-kommissiónini. (Vit skrivaðu um tað málið her: Tekstboð millum Ursulu von der Leyen og stjóran í Pfizer, eru horvin

Franski politikkarin Virginie Joron segði við eurupeisku umboðsmannin (European Ombudsman), Emily O’Reilly, at hon tók frástøðu frá “skammiliga hugburðinum” hjá ES-kommissiónini viðv. gøluni um tekstboðini millum von der Leyen og Pfizer-stjóran, Albert Bourla.

Í einum boðum á twitter hin 7. september, skrivaði Joron: “Til Europeiska umboðsmannin, vit taka einmælt frástøðu frá skammiliga hugburðinum hjá ES-kommissiónini, sum verjir tekstboðini, ið eru send millum frú von der Leyen og stjóran í Pfizer.”

“Men framvegis í dag er eingin ítøkilig loysn: stovnurin ger júst sum hann vil!” segði hon.

Í gjár skrivaðu vit um eina aðra gølu, har økisforsetin fyri Pfizer viðgekk fyri ES-tinginum, at ongar kanningar vóru gjørdar, hvørt koppsetingin vardi móti smittu, tá ið koppsetingarnar vóru breiddar út. At lata seg koppseta fyri hini, bygdi ongantíð á annað, enn eina lygn

Síggj eisini tíðindafund hjá teimum 10 umrøddu ES-tinglimunum:

Kelda: Euro Weekly News - BREAKING: European Parliament MEP calls EU Covid vaccine purchases “biggest CORRUPTION SCANDAL in history”

Les eisini: Hinvegin - Tekstboð millum Ursulu von der Leyen og stjóran í Pfizer, eru horvin

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald