Uttanlands

84% øking í vandanum fyri deyða av hjartasjúku, fær Florida at mæla monnum millum 18 og 39 ár frá koppseta seg

Heilsumyndugleikarnir í Florida kunngjørdu nýggj koppsetingartilmæli fríggjadagin 7. oktober, har mælt verður frá at ungir menn fáa kovid-koppseting yvirhøvur. Hetta tí at greining vísir, at koppsetingin økir vandan fyri deyða av hjartasjúku innan 28 dagar við 84 prosentum

2022-10-13 13:26 Author image
Jón Tyril

Amerikanski staturin Florida gav fríggjadagin í seinastu viku út nýggjar heilsuligar vegleiðingar og tilmæli í sambandi við kovid-koppsetingar. Mælt verður frá at ungir menn 18-39 ár lata seg koppseta vegna 84% øking í deyðsvanda av hjartasjúku innan 28 dagar eftir koppseting.

Vegleiðingarnar byggja á eina greining av váðanum fyri at doyggja av hjartasjúku innan 28 dagar eftir koppseting, og vísir 84% øking í hjartatrupulleikum millum menn í aldrinum 18 til 39 ár. Tískil mælir staturin nú frá at hesin bólkur fær koppseting móti kovid.

Hetta er ikki einans galdandi fyri sokallaðu boostararnar, men fyri allar mRNA koppsetingar móti kovid.

[object Object]

Heilsumyndugleikarnir í Florida fara sostatt eitt stig víðari enn myndugleikarnir í eitt nú Danmark, sum herfyri góvust at viðmæla koppsetingarnar til tey yngri enn 50. Sjálvt Australia hevur avmarkað útboðið av koppsetingum til yngra fólkið. Millum tey í aldrinum 16 til 30 ár, eru tað einans tey við “truplum, kroniskum ella álvarssomum sjúkum,” sum fáa bjóðað prikini nú.

“Landslæknin” (surgeon general) í Florida, Joseph A. Ladapo, kunnaði um nýggju tilmælini og hvat tey bygdu á, í eini Twitter dagføring seinasta fríggjadag, 7. oktober. Twitter gjørdi skjótt av og sensureraði postin hjá hægsta læknaliga embætismanninum í Florida, so posturin ikki sást meira. Men eftir nógv mótmæli og spurningar frá pressuni, valdi Twtitter at seta postin aftur á síðuna sunnudagin.

Tucker Carlson tosaði Dr. Ladapo um málið.

Dr. John Campell gjøgnumgongur tilmælini og grundarlagið undir teimum her:


Keldur:  Twitterkontan hjá Joseph Ladapo, embætislækna í statinum Florida

Grein hjá Þorstein Siglaugsson á Substack

Washington Examiner - Twitter reinstates Florida surgeon general's tweet after restricting it

Tíðindaskriv frá heilsumyndugleikunum í Florida

Greiningin, ið víst verður til - 

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald