Innanlands

4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum

“Um tú vilt hava børnini hjá tær at gera framstig, so lat tey hoyra tað góða, tú fortelur øðrum um tey.” - Haim Ginott

2022-04-20 17:12 Author image
Dr. Laura Markham

Vit eru fyrstu lærararnir hjá okkara børnum. Tey læra alt frá okkum. Hvat er upp, hvat er niður, reytt ella blátt, rætt ella skeivt. Tey trúgva tí, vit siga teimum, og tey líta á okkum, at tulka verðina fyri tey. “Hatta er HEITT, ikki nerta við!…. Nú vaska vit hendurnar … Vit kunnu ganga yvirum tá tað lýsir grønt … Vit gera altíð … Vit gera ongantíð …Soleiðis gera vit … Himmalin er bláur.”

Hvat hendir so, tá tey hoyra: “Tú brúkar aldrin høvdið … Hatta var býtt gjørt … Eg blívi svakur av tær … Hví kanst tú ikki … Ongantíð kanst tú …. Altíð skalt tú …”?

Ella tá tey hoyra teg siga við onkran: “Tú trýrt ikki hvussu strævnan dag eg havi havt við hasum barninum” … Hann er so ábyrgdarleysur … Ongantíð kann hann gera sínar húsligu pliktir uttan at eg skal júka og júka … Hon klárar ikki at stýra sær … Hon er so illsint …”

Tey trúgva tí.

Sjálvt um tey ikki vísa tað, og hóast tey bera seg at, sum at tey ikki leggja í, so trúgva tey øllum á onkrum stigi, sum vit siga um tey.

Hetta er nóg mikið til at taka vónina frá øllum foreldrum til tíðir, tí vit hava øll sagt ymiskt, sum vit seinni hava ynskt, at vit ikki høvdu sagt. Men lat okkum heldur nýta tað til okkara fyrimuns og til gagns fyri okkara børn. Hví ikki brúka teirra álit á tað, vit siga, til at styrkja tey, so tey gerast best møguliga útgávan av sær sjálvum?

Tað er ikki neyðugt at orða seg á fullkomnan hátt. Men tað, sum vit halda og trúgva, fer fyrr ella seinni at koma út gjøgnum munnin á okkum. So hví ikki læra okkum at liva sambært hesum fýra vanunum?

1. Styrk barn títt við at síggja tað besta í tí

Gransking vísir, at sannføringarnar hjá barninum, avgera hvussu tað ber seg at. Tá tú býtir merki í okkurt jaligt við barninum, so fortel tí, hvat tú sært.

  • “Eg sá at tú bleivst missnøgd við beiggja tín, men tú kláraði at lata vera við at rópa eftir honum.”
  • “Vauv, hevur tú lisið alla bókina sjálv!”
  • “Eg havi lagt merki til, at tú sum oftast minnist til at busta tenninar, uttan at eg noyðist at minna teg á tað.”
  • “Eg nýttist bara at minna teg einaferð á at taka upp eftir tær. Takk fyri!”
  • “Tú arbeiðir so hart við skúlatingunum.”

Legg til merkis, at hetta eru ítøkiligar eygleiðingar av ymiskum, sum barnið veruliga ger, heldur enn generellar viðmerkingar sum “Tú er so skilagóður”, sum ikki kunnu prógvast ella ítøkiliga ávísast, og sum kunnu elva til at barnið fer at kjakast inni í sær sjálvum.

2. Styrk barnið við at hjálpa tí at loysa trupulleikar, heldur enn at seta tað í bás.

Um tú vegleiðir barnið við onkrum, so halt teg til tað, sum hendir nú, og styrk barnið, so hann kann loysa trupulleikan. “Tú gloymir altíð at …” ger barnið til trupulleikan og programmerar hann at halda á at gloyma.

Royn heldur við “Tað er ringt at minnast hatta. Hvussu heldur tú, at tú kanst hjálpa tær sjálvum at minnast tað ímorgin?” Hetta viðurkennir at hann hevur ein trupulleika, sum onnur eisini hava til tíðir, og hjálpir honum at fara frá at vera trupulleikin til ístaðin at gerast ein, sum loysir trupulleikar.

Hugsavna teg bara um, hvussu hann kann minnast hesa einu ferðina, so fer hann at byrja at skilja, at hann er eitt barn, sum oftari og oftari kann hjálpa sær sjálvum at minnast. Viðmerk alla framgongd “rættan veg,” hóast úrslitið ikki er perfekt. Vit hava øll brúk fyri tileggjan, so vit halda á at arbeiða fram í móti málunum.

3. Styrk barnið við at hjálpa tí at seta og skilja “kiksarar” í røttum høpi

Børn byggja sær sannføringar um heimin útfrá øllum royndum tey gera sær. Tá so tingini ikki ganga, sum tey høvdu vónað, so gera tey ofta altumfevnandi niðurstøður. Og tað er grundin til at eygleiðingar sum “eg stavaði øll hesi orðini skeivt” lættliga kunnu gerast til niðurstøður sum “eg dugi barasta ikki at stava … eg eri ikki ein góður næmingur … eg eri býtt.

Hjálp barninum at endurhugsa slíkar støður, so tað skilir at bakkast eru fyribils, OG at hon hevur nakað av tamarhaldi yvir, hvussu tingini ganga næstu ferð. “Tú ert sera skuffað, at tú ikki kendi hasi orðini. Tey eru nokkso trupul, men hatta er bara ein fyrisøgn. Vit kunnu hjálpast at, so tú lærir orðini til næstu viku. Hvat kunnu vit gera, soleiðis at tú kanst minnast orðini til fyrisøgnina betur?"

Tað hjálpir barninum at skilja, at hóast okkurt ikki gongur væl beint nú, so nýtist tað ikki at vera ein varandi støða. Gandaorðið hjá tær í hesum høpinum er “enn!”. So tú kundi sagt:

  • “Tú hevur bara ikki lært at stava hatta orðið ENN.”
  • “tú ert bara ikki so sjálvsikkur svimjari sum vinkonan er ENN”

Gev síðani barninum so nógvan stuðul, sum er neyðugur fyri at tað kann eydnast — sum er nakað heilt annað enn at gera tað fyri barnið. At barnið sær, at tað sum hon sjálv ger, hevur stóra ávirkan á hvussu væl eitthvørt eydnast, hjálpir barninum at gera sær betri ómak og at stríðast harðari, heldur enn at geva upp.

4. Styrk barnið við at lata tað hoyra okkurt gott, sum tú hevur at siga um tað, við onkran annan

Tá tú roynir at sannføra barnið hjá tær beinleiðis, so kann tað mótmæla tí tú sigur. Barnið sær hóast alt prógv um tað øvuta. Men tá barnið hoyrir teg siga tað við onkran annan, so fer tað lættari at trúgva, at tað kanska passar.

  • “Hann var so hjálpsamur í dag”
  • “Eg haldi hon er við at finna útav, at tá hon ger skúlatingini, so dámar henni betur at vera í skúla”
  • “Hann og systir hansara læra seg at loysa ósemjurnar”
  • “Mær dámar bara so væl at vera saman við henni.”
  • “Oftari og oftari ger hann bara húsligu pliktirnar uttan at eg noyðist at minna hann á tað.”
  • “Eg føli meg so signaða, at eg sleppi at vera mamma hennara.”

Børnini trúgva øllum tí, sum vit siga um tey. Og bera seg at sambært tí. Tað er eitt framúr høvi at leggja góðar sannføringar niður í tey.


Upprunaliga 4 Easy Habits to Build Your Child's Self Esteem with Your Words

Eftir Dr. Laura Markham, stovnara av AhaParenting.com, høvund at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook 

Týtt: JT

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald