Uttanlands

2,4 milliónir ókoppsettir italienarar yvir 50 í vanda fyri at fáa bót, 1,7 millión ávaringar longu sendar

Í Italia eru krøv um koppseting móti kovid galdandi fyri lærarar og starvsfólk á skúlum, eins og fyri løgreglu og borgarar 50 ár og omanfyri. Hesi krøv vóru galdandi til í gjár, og tey sum ikki hava uppfylt tey, fáa nú bót. Koppsetingarkrøvini fyri læknar og heilsustarvsfólk vera galdandi til  31. desember

2022-06-16 12:19 Author image
Jón Tyril

Higartil eru nøvnini á 2,4 milliónum fólkum, sum eru í vanda fyri at fáa sekt fyri ikki at fylgja koppsetingarpliktini í landinum, funnin í yvirlitinum hjá italska heilsumálaráðnum. Kravið gekk út á midnátt í gjár, 15. juni og tey sum ikki hava uppfylt krøvini, verða sektað. Hetta skrivar italski miðilin RaiNews. Listin við fólki, sum skulu sektast, verður sendur innheintingarstovninum, sum longu hevur sent 1,7 millión áheitanir út, har fólk fáa at vita, at tey fáa sekt, um tey ikki innan 10 dagar kunnu prógva, at tey vóru fult koppsett innan freistin var úti.

Lógin fyriskrivar, at tey sum ikki hava uppfylt treytirnar pr 1. februar, tí tey ikki vóru byrjað uppá koppseting tá, ella ikki hava fulført koppsetingina síðani, skulu rinda sekt.

Tað kemur fyri, at onkur er koppsettur uttanlands, ella at onkur hevur skrivligt undantaksloyvi frá lækna og tískil ikki eru rætt skrásett hjá heilsumálaráðnum. Hesi noyðast at kæra avgerðina og senda neyðug skjøl inn til myndugleikarnar fyri at prógva sína søk. Tað kemur eisini fyri, at summi hava havt sjúkuna kortsíðani, men hetta ikki er skrásett hjá myndugleikunum, skrivar RaiNews.

Kelda: RaiNews - Vaccini: 2,4 milioni di no vax over 50 a rischio multa, già inviati 1,7 milioni di avvisi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald