Skotska stjórnin hevur biðið um eina kanning av pinkubarnadeyða eftir tveir spíðsar í tølunum í einum 6 mánaðar tíðarskeiði. Báðir hesir spíðsar vóru munandi hægri, enn hvat vanliga vildi verið roknað við.
Miðal deyðstíttleikin millum nýføðingar er beint omanfyri tvey fyri hvørjar túsund føðingar.
Í september 2021 doyðu í minsta lagið 21 pinkubørn undir 4 vikurs aldur, sum er 4,9 fyri hvørji1.000 føðingar. Og í mars doyðu minst 18, sum svarar til 4,6 fyri hvørjar 1.000 føðingar.
Fyri alt 2021 var títtleikin 3,9 pinkubarnaandlát fyri hvørjar 1000 livandi føðingar.
Og fyri alt 2020 var tilsvarandi tal 3,1 andlát fyri hvørjar 1000 føðingar.
Tølini vísa at deyðstíttleikin fyri pinkubørn er tann hægsti í Skotlandi seinastu 10 árini.
Ein fyribils kanning kom til tað niðurstøðu, at økta talið ikki hevði nakað við kovid at gera.
Dr. Sarah Stock, pinkubarnalækni við University of Edinburgh sigur soleiðis:
“Eg haldi tølini eru sera órógvandi og eg haldi ikki vit kenna orsøkirnar enn. Tað sum vit vita, er at tað er ikki kovid millum nýføðingarnar - títtleikin av kovid millum pinkubørn er sera lágur og deyðstíttleikin frá kovid er tíbetur sera sera lágur.”
Sambært The Herald hava skotskir heilsumyndugleikar útilokað møguleikan, at tað kann hava nakað við kovid19-koppsetingarnar at gera, uttan tó at kanna, um nakrar av mammunum høvdu fingið kovidkoppseting í viðgongutíðini.
Serfrøðingar løgdu dent á, at har var einki “sannlíkt” samband, sum kundi rættvísgera kanning av, hvørt mammurnar vóru koppsettar.
Public Health Scotland segði at teira ráðgevar høvdu “gjølla umhugsað møguligu fyrimunirnar og vansarnar” við at gera eina slíka greining, sum part av kanningini av teimum 39 syrgiligu pinkubarna-andlátunum, men komu til tað niðurstøðu, at tað loysti seg ikki.
Public Health Scotland legði afturat, at “staðfesta koppsetingarstatus hjá mammunum, eisini sum samlað heildar tøl (aggregate level), vildi volt mein móti teimum einstaklingum og teirra næstu vegna veruliga ella uppfataða fordøming vegna teirra persónligu koppsetingaravgerðir.”
Harafturat “vildu úrslitini frá eini slíkari greining, sum jú eru óviðkomandi fyri avgerðir um heilsu, møguliga kunnað verið brúkt til at skaða álitið á koppsetingar í hesum truplu tíðum.”
“Vit hava ongar ætlanir um at kanna koppsetingarstøðuna hjá mammunum, tí tað er eingin heilsulig grundgeving fyri at gera tað.”
Hetta hendir samstundis sum at viðurkenda bretska blaðið The Telegraph, skrivar um at bretska heilsuverkið skrásetur deyð pinkubørn sum deyðfødd, til tess at sleppa undan kanningum. Blaðið skrivar um 6 børn á einum sjúkrahúsi, har summi livdu í minuttir og eitt livdi í fimm samdøgur. Foreldrini klaga um at sjúkrahúsið skrásetir tey sum deyðfødd, heldur enn pinkubarnadeyðsføll, og ákæra heilsuverkið, NHS, fyri at royna at sleppa undan at andlátini verða kannað gjølla.
Familjurnar undrast á at sjúkrahúsið gevur aðrar frágreiðingar enn tað, sum familjan hevur upplivað.
Ein frágreiðing kann vera, at sum lóggávan er, so kann líkskoðan einans gerast av deyðum børnum, um so er, at tey vístu tekin um lív, tá ið tey vóru fødd. Eru tey hinvegin deyðfødd, so er eingin heimild at biða um líkskoðan. Børnini sum The Telegraph hevur funnið fram til, skuldu eftir røttum verið skrásett sum pinkubarnadeyð, men starvsfólkini skrásettu tey sum deyðføðingar.
"Okkara barn livdi í fimm dagar, men varð skrásett sum deyðføtt” segði eina mamman.
Eisini í Íslandi hevur verið skrivað um hægri barnadeyðatíttleika. Vit høvdu hesa greinina um høgu tølini í Íslandi herfyri “Hinvegin - Talið av deyðføddum og pinkubarnadeyða í Íslandi tvífaldaðist í 2021.”
íslendski netmiðilin frettin.is hevur í dag, 21. oktober, eina grein um 11 fosturlát og 3 deyðføðingar eftir kovid19 koppsetingar.
Greinin er í stóran mun skrivað eftir Dr. John Campell, sum greiðir frá øllum hesum í videonum ovast.
Keldur:
Dr. John Campell - Excess baby deaths investigation
Health Care Improvement Scotland - Review of Neonatal Mortality in Scotland
BBC - Investigation into spikes in newborn baby deaths in Scotland
The Scotsman - Scottish Government orders review as neonatal deaths higher than expected
The Herald - Covid Scotland: Vaccines ruled out in neonatal deaths spike
The Telegraph - NHS logging baby deaths as stillbirths ‘to avoid scrutiny’
gov.uk - New Powers to investigate stillbirths
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald