Uttanlands

Síggj filmin: Safe and Effective: A Second Opinion (2022) her

Her kanst tú síggja nýggja filmin hjá fyrrverandi ITV og Sky News stjóranum, Mark Sharman, "Safe and Effective: A Second Opinion" sum kom út í seinastu viku.

2022-10-03 23:35 Author image
Jón Tyril

Nýggi filmurin hjá Mark Sharman, fyrrverandi stjóra í Sky News og ITV, "Safe and Effective: A Second Opinion," varpar ljós á skaðar og andlát vegna kovid19 koppseting, men roynir eisini at fáa eina umfatandi mynd av teimum skipanarligu trupulleikum, sum síggja út til at hava latið hetta henda. Leikluturin sum klinisku kanningarnar av heiligvági spæla, leikluturin hjá eftirlitsmyndugleikunum, sum eiga at hava eftirlit við heiligvágnum, leikluturin sum SAGE bólkurin undir stjórnini, við sínum atferðar-vísindafólkum, sum ávirkaðu politikkirnar hjá stjórnini, og leikluturin hjá miðlunum og stóru tøknifeløgunum í at undirtrýsta og sløkkja frælsa og opna kjakið, verður lagdur undir sjóneykuna.

Mark Sharman tosaði við Del Bigtree á The Highwire um filmin og hvussu talufrælsið og frítt orðaskifti og kjak um ymisk sjónarmið, verður trýst niður í almenna rúminum fyri tíðina. Sharman fortelur m.a. um at BBC noktaði at umrøða filmin, eisini hóast tað skuldi verið satt, sum verður ført fram í filminum, tí at BBC hevur sum politikk, ikki at geva "antivaksarum" rúmd. Tann samrøðan kann síggjast her:

Vit hava áður skrivað um Mark Sharman, tá ið hann kom út alment á GB NEWS og fanst at leiklutinum hjá pressuni sum heppikór hjá maktini, heldur enn sum kritiskur vakthundur. Tann greinin kann síggjast her - Fyrrverandi stjóri í Skynews og ITV sigur, at miðlarnir gjørdust heppikór hjá myndugleikunum

Og samrøðan við GB NEWS kann síggjast her:


Heimasíðan hjá Oracle Films

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald