Uttanlands

Peter Daszak og hansara EcoHealth Alliance fáa meira pengar til at granska krúnukrím frá flogmúsum

NIAID við Anthony Fauci á odda, hevur játtað meira pengar til umstrídda EcoHealth Alliance, sum m.a. fæst við gransking har koronuvirusar vera snikkaðir til genetiskt, soleiðis at teir gerast meira vandamiklir fyri fólk

Daszak og Fauci

Daszak og Fauci

2022-10-06 19:09 Author image
Jón Tyril

Amerikanskir heilsumyndugleikar hava givið sera umstríddu granskingarfyritøkuni hjá Peter Daszak 650.000 dollarar (áleið 4,9 mió kr) í stuðli til at gera enn fleiri royndir við kovidlíknandi virusum - hetta hóast víðfevndan illgruna, eisini frá embætisfólkum hjá amerikansku stjórnini, um at líknandi arbeiði var tað, sum elvdi til kovid heimsfarsóttina. Hetta skrivar Daily Mail um.

EcoHealth Alliance, sum verður rikið av bretska djórafrøðinginum (zoologinum) Peter Daszak, fíggjaði gransking í Wuhan - kinesiska býnum, har alheimsfarsóttin byrjaði – sum snúði seg um at tillaga ella snikka til (manipulera) koronavirusar.

Slík gransking, sum eisini verður nevnd “gain of function,” kann snikka virusar til, soleiðis at teir gerast meira vandamiklir fyri fólk.

5 ára royndartíðin, sum EcoHealth Alliance fer undir nú, skal kanna “møguleikarnar fyri at fleiri koronuvirusar frá flogmúsum koma fram” í Asia. Í hesum sambandi skulu vísindafólk “trola” flogmýs úr holum í Myanmar, Laos og Vietnam í veiðuni eftir at forða fyri enn einari viruskreppu.

Tað var National Institute of Allergy and Infectious Diseases (NIAID), sum framvegis er undir leiðslu av Dr. Anthony Fauci, sum játtaði pengarnar í seinasta mánaða.

Tað er kent at Dr. Fauci og Dr. Daszak standa nær. Tann seinni takkaði fyrrnevnda fráfarandi ovasta læknaliga ráðgevanum í USA fyri at hava manað niður søgurnar um at kovid skuldi verið skapt á eini starvsstovu.

EcoHealth Alliance sigst at hava fingið áleið 60 milliónir dollarar (áleið 455 mió kr) úr samveldiskassanum hesi seinastu tíggju árini. Partur av hesum pengunum fór beinleiðis víðari til Wuhan Institute of Virology.

Felagskapurin hjá Daszak, sum broyttist frá at vera ein almannagagnligur felagskapur, ið hevði til endamáls at bjarga sjókúm (manatee), til at gerast millum teir fremstu og best fíggjaðu at skipa fyri viralari ‘gain of function’ gransking, hevur leingi verið í miðdeplinum, tá ið tað kemur til spurningar viðv. upprunan til kovid.

Stóra frágreiðingin, sum var givin út í Vanity Fair, og sum bygdi á tíggjutals samrøður og fleiri enn 100.000 likin innanhýsis skjøl, avdúkaði hvussu EcoHealth bar seg at í eini verð við “ullintum stuðulsjáttanum, ússaligum eftirliti, og jagstranini eftir almennum pengum til vísindalig endamál, lutvíst við at skjóta upp meira og meira váðafulla gransking.”

Frágreiðingin kundi ikki veita ósvitalig prógv fyri, hvørt kovid var likið út úr stravsstovuni í Wuhan, sum arbeiddi so tætt saman við Ecohealth, ella um virusurin hevði smittað eitt fólk í eini náttúrligari hending, sum leingi hevur verið páhaldið hjá Daszak.

Men frágreiðingin vísir, hvussu nógv Daszak – og Dr. Fauci, hvørs stovnur var við til at fíggja virksemið hjá Daszak - løgdu fyri, til tess at sáa iva um ástøðið, at kovid kundi stava frá eini starvsstovu (sokallaða lab-origin theory) og at niðurtóna møguligu leiklutin, sum vandamikil gransking, eins og tann, ið EcoHealth stuðlaði í Wuhan, kundi spæla.

Í 2014 játtaði National Institute of Health 3,7 milliónir dollarar (áleið 28 mió kr) til EcoHealth í sambandi við eina verkætlan undir heitinum “Understanding the Risk of Bat Coronavirus Emergence” (á vánaligum føroyskum okkurt í stíl við “At skilja vandan fyri at flogmúsa-koronavirusar koma fram”). Endamálið var at skapa eitt slag av ávaringarskipan (early-warning system).

Granskingin umfataði at savna inn koronuvirusar frá flogmúsum í Kina og at kanna hesar á starvstovuni á Wuhan Institute of Virology, umframt at blanda staklutir frá SARS-líkum virusum frá ymiskum djórasløgum, til tess at skapa ein nýggjan kimera, sum var førur fyri at smitta mannakyknur beinleiðis.

Tá ið fíggingin byrjaði at ganga undan, handaði EcoHealth eina enn meira framsøkna og váðafúsa umsøkn um granskingarpengar til hernaðarliga granskingarstovnin DARPA (Defense Advanced Research Projects Agency, sum vit kanska kunnu kalla amerikanska ríkisstovnin fyri framkomna hernaðarliga gransking).

Ætlanin, sum bar heitið Project DEFUSE innibar eitt samstarv við Wuhan Institute of Virology, har koronuvirusar frá flogmúsum skuldu snikkast til, soleiðis at teir gjørdust lívshættisligari. Hetta skuldi gerast við at seta inn genetisk brot, ið eru lík tí, sum sæst í SARS-CoV-2, virusinum, ið elvir til kovid.

Í sínum svari noktaðu embætisfólkini hjá DARPA at játta stuðulin á 14,2 mió dollarar (áleið 108 mió kr), sum søkt var um, tí ætlanin var alt ov váðamikil og ikki hevði tikið hædd fyri neyðugum etiskum, løgligum og sosialum ivamálum.

Greinin á dailymail er verd at lesa til fulnar.

Stop Press við Michael Senger hevur skrivað um hesa søguna her.

Greinin omanfyri er endurgivin frá DailySceptic.

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald