Danska landbúnaðarblaðið Landbrugsavisen skrivar 6.desember um avleiðingarnar, sum ætlaða nýggja CO2 avgjaldið fer at hava fyri landbúnaðin í landinum.
Umhvørvisbúskaparliga Ráðið (Det Miljøøkonomiske Råd) kom við sínum tilmælum, hvat má gerast, um Danmark skal náa sínum veðurlagsmálum í 2030. Harímillum var eitt CO2 avgjald á 1100 kr pr tons útlát í landbúnaðinum.
Hetta fer at merkja at framleiðslan av danskari mjólk og kjøti steðgar, sigur Christian Lund, formaður fyri L&F Kvæg, sum er áhugafelagið hjá neytabóndunum millum landbúnaðar og matvøruframleiðarar í Danmark.
Eitt so mikið høgt avgjald fer at merkja, at mjólka- og kjøtframleiðararnir steingja hurðarnar, sigur stjórin í L&F Kvæg, Ida Storm.
Ein miðal mjólkibóndi við 220 kúm endar við undirskotið um avgjaldið kemur upp á 750 kr fyri tonsið av CO2, sigur Ida Storm.
Seinasta ár var ídnaðurin álagdur eitt CO2 avgjald á 750 fyri tonsið, og Umhvørvisbúskaparliga Ráðið heldur at landbúnaðurin eigur at tola eitt hægri avgjald enn ídnaðurin.
Ný Sæland: Fimti hvør bóndi gevst
Í Ný Sælandi berjast bóndurnir ímóti líknandi avgjøldum, ið mest sannlíkt verða sett í verk, hóast 100.000 bóndur mótmæla.
Landbrugsavisen skrivar:
Hóast 100.000 mótmæli tekur ein stórur meiriluti av tinginum í Ný Sælandi undir við at leggja CO2 avgjald á landbúnaðin - endaliga ætlanin verður væntandi til reiðar eftir nýggjár.
Fimti hvør bóndi í Ný Sælandi er í vanda fyri at fara á húsagang, serliga bóndur við neytum ella seyði var raktir hart.
Tað siga óðir bóndur í Ný Sælendsku græsrótarørsluni, Groundswell NZ, sum hevur mótmælt harðliga síðani stjórnin kunngjørdi ætlanirnar um at leggja avgjald á “fretir og ropar” frá landbúnaðardjórunum í oktober.
3.000 bóndur í Hollandi skulu gevast
Í Hollandi ætlar stjórnin at niðurleggja áleið 3.000 bóndagarðar fyri at náa málunum um at lækka útlátið av nitrogeni. Har hava seinastu trý árini verið ógvuslig mótmæli frá bóndum, sum eru farnir inn í býirnar við traktorum sínum, hava sprænt flógva skræpu á stjórnarbygningar og brent stórar sátur á vegunum, Men einki hjálpir. Stjórnin hevur givið bóndunum eitt tilboð um at keypa garðarnar og teir sum ikki vilja gevast sjálvbodnir, verða noyddir at gevast. Økini skulu lutvíst brúkast til víðkan av búsetingarøkjum og lutvíst til friðað náttúru øki til frama fyri náttúrligt margfeldi.
Hesi tiltøk koma samstundis sum landbúnaðurin framanundan mangastaðni hevur trupult við at fáa endarnar at røkka saman vegna avgjøld, turk, inflatión og mangul og ógvusligar príshækkingar á kunsttøðum og orku og brennievni, og í eini tíð, har matvørutrygdin í heiminum eisini er undir stórum trýsti.
Síggj trailaran fyri nýggja dokumentarfilmin Nitrogen 2000 um hollendsku bóndurnar, matvørutrygd, og umvhørvispolitikk og prát millum filmmakaran, James Patrick og Del Bigtree.
Keldur:
Steigan - Ny miljøavgift vil ta knekken på produksjon av dansk melk og kjøtt
The Telegraph - Netherlands to close up to 3,000 farms to comply with EU rules
Landbrugsavisen - Kvægformand: En så høj afgift vil stoppe produktionen af dansk mælk og kød
Landbrugsavisen -New Zealands regering stålsat på klimaskat på landbruget fra 2025 - landmænd forudser konkurser
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald