Innanlands

Her er KVÖKING nr 6

Skal skúlin leggja ávís grundleggjandi lívsvirði og sannføringar niður í børnini, ella skal hann í mest møguligan mun halda seg til at læra børnini at lesa, rokna, gera ítrótt og annars at bera seg at sambært vanligum fólkaskikki? Tað er ein av spurningunum, Jón og Arni umrøða í kjalarvørrinum av nógv umrødda barnaleikinum "en kænguru som dig". Síggj kvökingina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-03 20:51 Author image
Jón Tyril

Skal skúlin leggja ávís grundleggjandi lívsvirði og sannføringar niður í børnini, ella skal hann í mest møguligan mun halda seg til at læra børnini at lesa, rokna, gera ítrótt og annars at bera seg at sambært vanligum fólkaskikki?
Er tað í lagið, at onnur enn lærarin - t.d. samkomur, felagskapir ella fyritøkur, sleppa framat børnunum í skúlatíðini, at boða teimum sínar sannføringar, uttan at foreldrini eru til staðar ella vita nágreiniliga, hvør boðskapurin er?
Hvør eigur avgerðarrættin, hvat skal leggjast niður í børnini av grundleggjandi sannføringum, trúgv og samleika?
Hesar og aðrar spurningar umrøða Arni Zachariassen og Jón Tyril í 6. parti av KVÖKING sum kann síggjast umvegis youtube ovast á síðuni her, ella umvegis facebook niðanfyri her. Poddvarpið kann eisini hoyrast á poddvarpstænastunum hjá Apple podcasts og Spotify

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald