Eitt mál um, hvørt Ný Sælandski staturin hevði rætt til at siga starvsfólk hjá løgregluni og verjuni upp, um tey ikki vildu lata seg koppse, var avgjørt í hægsta rætti í dag. Úrskurðurin var, at krøvini gjørdu seg inn á rættindi staðfest í Ný Sælendsku “Bill of rights”, sum tryggjar politisk og frælsisrættindi hjá borgarunum í landinum. Lógir og kunngerðir skulu liva upp til rættindini ásett í “Bill of rights.”
Málið var reist í rættinum av einum bólki av løgreglufólkum og starvsfólkum hjá Ný Sælendsku verjuni, sum vóru fyribils send heim frá arbeiði, fyri ikki at vilja lata seg koppseta.
Sakførarin hjá heimsendu starvsfólkunum biður nú um at tey heimkoyrdu skulu sleppa aftur til arbeiðis við tað sama, tí mong av teimum hava arbeitt í fleiri áratíggju í tænastu fyri sítt land, og ynskja at sleppa aftur til arbeiðis sum skjótast.
Talan var um 37 starvsfólk, ið høvdu lagt sakina fyri rættin.
Saksøkjararnir bygdu sína søk á tvey brot í Bill of Rights - rætturin at nokta eina medisinska viðgerð, og rætturin til trúarfrælsi
Fleiri av teimum, sum høvdu lagt sínar sakir fyri rættin, vístu til rættin til trúarfrælsi, tí tað sambært teimum ikki kundi sameinast við teirra trúgv at taka koppsetingina frá Pfizer, har kyknur frá mannafostrum eru nýtt í menningini.
Cooke, dómari, tók undir við hesari grundgevingini og segði, at “skylda at taka við eini koppseting, har onkur persónur mótmælir, tí hon er testað á kyknur frá einum mannafostri, møguliga einum aborteraðum fostri, avmarkar í roynd rættin til trúarfrælsi.”
Cooke, dómari, tók tó ikki undir við tí breiðara uppáhaldinum, at krøv um koppseting eru í stríð við átrúnarligar sannføringar generelt.
Eg góðtaki ikki, at trúgvin uppá kropsligan avgerðarrætt og persónligt fullveldi hjá einum einstaklingi, er ein átrúnaðarlig sannføring ella praksis. Heldur tykist tað mær, í sambandi við hesa sakina, at verða ein sannføring um tað verðsliga hugtakið, sum víst verður til í sektión 11 í Ný Sælendsku Bill of Rights lógini.” (Rætturin at nokta medisinska viðgerð)
Cooke, dómari, tók eisini undir við at krøvini um koppseting gera seg inn á rættin at nokta at taka ímóti medisinskari viðgerð.
Kelda: New Zealand Herald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald