Uttanlands

Amerikanskur samveldisdómari: Krøv um masku á flogførum, tokum og bussum, ólóglig

“Rætturin lýsir maksukrøvini at vera ólóglig og strikar tey.” Soleiðis stendur í úrskúrðinum frá umdømisdómaranum (US District Judge) Kathryn Kimball Mizelle.

2022-04-19 09:07 Author image
Jón Tyril

Samveldisdómstólurin kom til tað niðurstøðu, at kravboðini frá CDC (Centers for Disease Control and Prevention) í sambandi við ferðing (travel mandate) fóru út um heilmildirnar hjá stovninum. Tí “okkara skipan loyvir ikki stovnum (agencies) at fara útum sínar heimildir, heldur ikki tá ið tað er gjørt í góðari meining.” Rætturin lýsir tí maskukrøvini ólóglig at vera og strikar tey, stendur í úrskurðinum.

Tað var felagskapurin Health Freedom Defence Fund, Inc. sum skeyt málið inn fyri rættin eftir at TSA (The Transportation Security Administration) longdi krøvini um masku, tá ið ferðast verður í flogførum, um flogvallir, í bussum og tokum, sambært tilmælum frá CDC. Maksukrøvini skuldu fara úr gildi 18. apríl, men vóru longd til 3. mai.

Rættarúrskurðurin ógildar boðini frá TSA um alt USA í stundini.

CDC kann søkja um at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, men sum støðan er í løtuni hava hvørki CDC ella TSA heimild at noyða flutningsfeløg ella onnur at krevja av sínum kundum, at tey brúka maskur.

Grundgevingin fyri at leingja um maskukrøvini var “varsemi” vegna nýggja undirvariantin av Omikron, BA.2, sum sigst smitta meira, men elva til minni álvarsliga sjúku.

23 mars sendi felagskapurin fyri flogflutningsfeløgini, Airlines for America, í opnum brævi eina áheitan á Biden stjórnina, um at taka av avmarkingarnar á ferðing, harímillum maskukrøvini.

Stjórarnir fyri 10 amerikanskar fyritøkur høvdu skrivað undir brævið, harímillum seks av teimum størstu flogfeløgunum í landinum, Alaska Airlines, American, Delta, JetBlue, Southwest og United.

Sambært Reuters tóku øll tey stóru flutningsfeløgini innan flogferðslu og tokferðslu maskukrøvini av við tað sama, sum tíðindini um dómin komu út.

Umborð á onkrum flogførum las flogskiparin tíðindini upp í hátalaranum, og bæði ferðafólk og starvsfólk tóku maskurnar av við stórari gleði í stundini.

[object Object]


[object Object]

[object Object]

Keldur:

The Highwire - U.S. FEDERAL JUDGE DECLARES CDC’S MASK TRAVEL MANDATE FOR PLANES AND TRAINS UNLAWFUL

CNN - CDC mask mandate for travelers no longer in effect following judge's ruling, official says

Reuters - U.S. will no longer enforce mask mandate on airplanes, trains after court ruling

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald